AVSPÆL
11. mai 2023
Sølvá Joensen

Jonas heldur fram

Vit fegnast um at kunngera at okkara dugnaligi akademistjóri hevur gjørt nýggjan sáttmála við KÍ. 

Jonas N. Nielsen kom til felagið tíðliga í fjørð, og hevur hann síðani tá staðið á odda fyri akademinum hjá KÍ. Jonas hevur verið við til at ment ungdómsfótbóltin og trivnaðin í felagnum og tað eru vit sjálvandi sera fegin um og takksom fyri. 

Í gjár undirskrivaði Jonas N. Nielsen ein 3-ára sáttmála við felagið. 

"Vit fegnast um alt arbeiði, ið Jonas hevur lagt í felagið higartil og gleðast yvir at arbeiði heldur fram." sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.