Sponsorar

Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur sera gott samstarv við vinnulívið, og okkara mál er, at tey virkir, sum samstarva við KÍ, ítøkiliga skulu kenna, at tað er eitt hugaligt og gevandi samstarv.

Tað er møguligt at gerast sponsorur hjá trimum ymiskum deildum í felagnum.

Betri Menn sponsor

Sum fyritøka hevur tú møguleika at gerast almennur sponsorur hjá okkara Betri Monnum. Her hava vit tríggjar ymiskar bólkar sum síggjast niðanfyri:

  • Gullsponsor, á blusunum
  • Silvursponsor, á blusunum
  • Bronsusponsor, ikki á blusunum

Tað eru ymiskir fyrimunir tengdir at hvørjum bólki men felags fyri allar er at tú fært atgongd til okkara VIP tiltøk og kanst koma í samband við hinar sponsorarnar hjá felagnum.

Set teg í samband við okkum og vit finna útav hvør bólkur passar best til tína fyritøku.

Betri Kvinnur sponsor

Møguligt er at gerast sponsor hjá KÍ kvinnum sum seinastu nógvu árini hava vunnið FM við jøvnum millumbili og hava luttikið í Women's Champions League uttanlanda.

Sum sponsorur hjá Betri Kvinnum fært tú búmerkið á leikbúnan umframt aðrar fyrimunir.

Akademi sponsor

Møguligt er eisini at gerast sponsorur hjá KÍ akademinum. Sum Akademisponsor kemur tú at fáa búmerki á øll venjingarklæðir sum KÍ gevur sínum leikarum í árganginum U11 og eldri.

Hin møguleikin er at lýsa á leikbúnanum hjá einum árgangi.

Ynskir tú at gerast sponsor?