31 Juli 2008
Fleiri enn 300 børn venja tvær ella tríggjar ferðir fótbólt í KÍ hvørja viku frá apríl til september, og harafturat venja fleiri av liðunum eisini um veturin. Umleið 35 venjarar taka sær av ungdómsliðunum hjá KÍ, sum spæla yvir 250 dystir samanlagt í hvørjum kappingarári.












