14 Desember 2011

Jóan Pauli Jacobsen verður ungdómsvenjari hjá KÍ í 2012
KÍ hevur eina sera virkna og umfatandi ungdómsdeild. Felagið hevur ment bláu bók, ið er ein nágreinilig læruætlan fyri allar ungdómsdeildir felagsins. Ein ungdómsvenjari er týðandi liður í at góðskutryggja læruætlaninar og hesin er í dag settur fyri 2012.
Tað er ein kendur maður í felagnum sum verður ungdómsvenjari. Talan er um Jóan Paula Jacobsen, ið er uppvaksin í felagnum - bæði sum leikari og venjari. Jóan Pauli er 35 ára gamal og hevur drúgvar royndir í venjarayrkinum.
Arbeiðsinnihaldið snýr seg í stuttum um at tryggja at ungdómsdeildin virkar til fulnar. Visiónin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag er at byggja á egið tilfeingi har ungir leikarar verða mentir og gjørdir klárir til fótbólt í vaksnamannadeildum í felagnum.
Heimasíðan ynskir Jóan Paula til lukku við álitisstarvinum
















