KÍ unglingar spældu í kvøld seinasta heimadystin í hesum kappingarárinum

Skála vitjaði í Klaksvík, og KÍ vann tryggan sigur. Fyrri hálvleikur var tó rótutur, og hóast KÍ tóktist vandamiklari, so var tað Skála, sum legði seg á odda 2-0 eftir tvey kontraálop. KÍ fekk brotspark stutt fyri hálvleikssteðgin, og tað setti Ragnar trygt í málið. Í hálvleikinum var tosað um taktisku mistøkini frá fyrra hálvleiki og ein ætlan løgd fyri seinna hálvleik. Og so var Skála runnið og spælt niður. Petur javnaði beinanvegin til 2-2, eftir gott innlegg frá Ísak, sum spældi fyri fyrstu ferð eftir drúgvan skaðasteðg. Løtu seinni skoraði Petur aftur ein góðan stikning inn um verjuna. Ísak skoraði til 4-2 við frísparki, og Skála, sum lítið hevði at siga í seinna hálvleiki, minkaði um munin við góðum langskoti. Ísak skoraði eitt mál afturat, áðrenn Johan sendi eitt innlegg frá Ísak í málið. KÍ skapti aðrar stórar kjansir í seinna hálvleiki, tá ið tað var klassamunur millum liðini. Seinasti dysturin hjá KÍ unglingum verður á Argjum mánadagin.

Unglingar, 17. umfar, 13. oktober
KÍ-Skála 6-3 (1-2)
0-1: Johan Jacobsen, 9.
0-2: Andras Frederiksberg, 42.
1-2: Ragnar Danielsen, brts., 44.
2-2: Petur Andreasen, 47.
3-2: Petur Andreasen, 59.
4-2: Ísak Simonsen, 73.
4-3: Uni Jacobsen, 75.
5-3: Ísak Simonsen, 86.
6-3: Johan Jacobsen, 88.


KÍ: Kristinn Akursmørk – Gunnar Christiansen (Jens Pauli Mohr, 83.), Sørmund Kalsø, Oddmar Marsten (Heðin Arge, 86.), Heri Klein Olsen (Bogi Tróndheim, 87.) – Ivan Joensen, Heðin Klakstein, Petur Andreasen – Ragnar Danielsen (Johan Jacobsen, 65.), Johan Jacobsen (Ísak Simonsen, 26.), Tórur Justesen (Aksel Dalsgaard, 46.)