08 September 2011
KÍ unglingarnir vunnu 10-1 ímóti EB/Streymi ígjárkvøldi
Eftir stóra vónbrotið á Skála í farnu viku, ætlaðu unglingarnir í kvøld at reisa seg aftur. Og tað gjørdu teir við ársins størsta sigri, tá ið teir vundu burtur úr EB/Streymi, sum annars hevur fingið góð úrslit seinastu vikurnar. Í hálvleikinum var 3-0 til KÍ, og í seinna hálvleiki var taktikkurin at fara longur fram og senda meira fólk fram á vøllin. Og tað hevði við sær, at KÍ skoraði 7 mál afturat. Í rúgvuni fekk EB/Streymur eitt troytarmál. KÍ spældi væl, gjøgnumbrotini vóru nógv, og kjansirnir vóru rímiliga væl útnyttaðir. Johan skoraði 4 mál, Helgi 3, og síðani skoraðu Ragnar, Heri og Philip hvør sítt mál. HB, sum KÍ kappast við í toppinum, spældi javnleik í Fuglafirði, og mánadagin hittast júst HB og KÍ til toppdyst í Gundadali.
Unglingar, 12. umfar, 7. september
KÍ-EB/Streymur 10-1 (3-0)
1-0: Helgi Samson, 6.
2-0: Ragnar Danielsen, 36.
3-0: Heri Klein Olsen, 41.
4-0: Johan Jacobsen, 48.
5-0: Johan Jacobsen, 57.
6-0: Johan Jacobsen, 65.
7-0: Philip Djordjevic, 67.
7-1: Brian Djurhuus, 70.
8-1: Helgi Samson, 77.
9-1: Johan Jacobsen, 86.
10-1: Helgi Samson, 90.
KÍ: Kristinn Akursmørk – Gunnar Christiansen (Jens Pauli Mohr, 81.), Aksel Dalsgaard (Heðin Arge, 81.), Oddmar Marsten, Heri Klein Olsen (Bogi Tróndheim, 81.) – Heðin Klakstein, Ivan Joensen (Agnar Frederiksen, 75.), Philip Djordjevic – Ragnar Danielsen (Petur Andreasen, 67.), Helgi Samson, Johan Jacobsen
















