28 August 2011
KÍ unglingar vunnu 9. sigurin á rað, og liðið hevur framvegis fult stigatal og liggur á odda í deildini
Bert eitt mál kom í dystinum, hóast møguleikar vóru til fleiri mál, og tað skoraði Oddmar eftir hornaspark. KÍ sat tungt á spælinum meginpartin av dystinum, og KÍ hevði óteljandi royndir ímóti málinum, men tað gekk striltið við at fáa bóltin í málið. Móti endanum tveitti B36 nógv fólk fram, og tá vóru onkrar vandamiklar støður í KÍ brotsteignum, men KÍ hevði samstundis fleiri kjansir at økja. Endin var, at KÍ vann 1-0, og tað var nóg mikið til at fáa øll stigini. KÍ spælir í næstu viku tveir dystir – mánakvøldið á Toftum og mikukvøldið á Skála.
















