12 Juli 2011

Jógvan Isaksen og Bárður J. Heinesen fingu hvør sín hálvleik í sigrinum ímóti samansetta vágaliðnum á Vestanstevnu
Heimasíðan boðaði herfyri frá at Jógvan Isaksen hevði fingið landsliðsboð við U-21. Ungu landsliðsmennir hava leikt ein vinardyst á Vestanstevnu ímóti einum samansettum vágaliði. Á vágaliðnum vórðu leikarar frá Vodafone-liðnum hjá 07 Vestur og síðani eisini frá 2. deildarliðnum hjá MB. Heðin Askham og Bill Jacobsen hava síðani eisini tikið Bárður J. Heinesen við.
Dysturin endaði við einum 2-0 sigri til U-21 liðið og Bárður J. Heinesen fekk seinna málið.
Heimasíðan hevur tosað við Jógvan Isaksen og segði hann at sigurin var ruddiligur. Teir báðir KÍ leikararnir fingu hvør sín hálvleik.
- Eg spældi fyrra hálvleik í miðverjuni og Bárður spældi seinna hálvleik í álopinum. Málið sum Bárður fekk var gott, hann fangaði bóltin eitt lítið sindur framman fyri miðjuna og rak so sjálvur frameftir og setti bóltin í netið við vinstra beini. Hetta mundi verða tá eini 70 minuttir vórðu leiktir, sigur Jógvan
















