28 Juni 2011
Tað gongur sum eftir ánni hjá unglingum og hesaferð gekk tað út yvir 07 Vestur, ið máttu lúta 4-0
Frásøgumaðurin, ið samstundis er høvuðsvenjari hjá unglingunum, er staddur á Isle of Wight, so hesaferð verður frásøgnin ikki so nærløgd.
Eyðun Klakstein hugnar sær í bretsku sólini og ímeðan hevur navnin Eyðun Torgeirsson tikið stýrisvølin. Tað ljóðar at hann hevði sett ungu KÍ mennirnar upp við eini dundurtalu og teir kvitteraðu við einum sannførandi 4-0 sigri.
Málini fingu Helgi, Ivan, Ísak og Petur.
KÍ liggur klárt á odda í Unglingadeildini.
















