21 Juni 2011

KÍ hevur fimm mans á U-17 landsliðnum, sum skal á venjingarlegu í Havn
Ungdómsdeildin blomstrar og hetta sæst eisini aftur í ymsu landsliðsúttøkunum. U-17 skal á venjingarlegu í Havn komandi vikuskifti og fimm KÍ leikarar eru við.
Teir eru Fríði Sigurðsson, Poul Nolsøe Mikkelsen, Tórur Justesen, Eivin Sørensen og David Langgaard.
Boð vórðu eisini eftir Jákup Paula Ziskason, men honum barst undan vegna skaða.
U-17 er fyri leikarar, sum spæla í dreingjadeildini.
















