Fyrireikingarnar til dystin vóru ikki optimalar. Spælararnir hildu seg skula spæla heimadyst, men av serligum orsøkum bleiv dysturin fluttur til Runavíkar í seinastu løtu

Men hetta nervaði teir ikki, tí KÍ spældi kanska sín besta dyst í hesum kappingarárinum í kvøld. Spælið var gott, leikliga yvirvágin stór, og kjansirnir nógvir. KÍ vann, men einasta minussið var, at sigurin var ov lítil. Hann skuldi verið tað tvífaldað. Bygdamenninir á liðnum stóðu fyri øllum málunum. Í fyrra hálvleiki stútaði Ísak innlegg frá Heðini í málið, og Helgi sendi langskot upp í málhornið. Í seinna hálvleiki skoraði Johan eftir stikning frá Agnari. Spælararnir spældu ein góðan dyst í kvøld, teir stríddust væl og spældu væl stóran part av tíðini. KÍ hevur nú spælt 6 dystir í unglingadeildini og hevur vunnið allar. KÍ hevur tveir dystir eftir fyri summarsteðgin – á útivølli ímóti 07Vestur og Skála. Dystirnir verða mánakvøldið og mikukvøldið í næstu viku.

Unglingar, 6. umfar, 20. juni
NSÍ-KÍ 1-3 (0-2)
0-1: Ísak Simonsen, 28.
0-2: Helgi Samson, 44.
1-2: Árni Frederiksberg, 80.
1-3: Johan Jacobsen, 86.
KÍ: Kristinn Akursmørk – Gunnar Christiansen (Poul Nolsøe Mikkelsen, 77.), Aksel Dalsgaard, Heðin Arge (Bogi Tróndheim, 67.), Heri Klein Olsen – Johan Jacobsen, Heðin Klakstein, Helgi Samson (Agnar Frederiksen, 77.) – Ragnar Danielsen (Jens Pauli Mohr, 87.), Petur Andreasen (Tórur Justesen, 64.), Ísak Simonsen