24 Mai 2011

KÍ unglingar vunnu mánakvøldið fimta sigurin á rað, og liðið liggur á odda í unglingadeildini við fullum stigatali
Mánakvøldið vitjaði B68 í Klaksvík, og tað gjørdist til ein strævnan dyst hjá KÍ. Hóast KÍ hevði stóra leikliga yvirvág, og B68 fyri tað mest vardi, so vóru toftamenn á odda í seinna hálvleiki. Men at enda vísti KÍ-liðið seg sum oddalið og skoraði tvey mál.
Í fyrra hálvleiki var einki, sum bendi á at B68 skuldi hótta KÍ-liðið. KÍ sat á øllum spælinum, og B68 hevði onga roynd á KÍ-málið í fyrra hálvleiki. KÍ skapti nakrar møguleikar, men B68 verjan fekk vart fyri, ella vóru skotini óneyv. Eitt mál kom tó, og tað gjørdi Johan Jacobsen eftir gott uppspæl frá Helga Samson.
Í seinna hálvleiki fekk KÍ sum vátan vøtt. B68 fekk eitt fríspark á KÍ-hálvuni, og tá ið teir løgdu bóltin innfyri, megnaðu teir eisini at skora við einum stútara. Løtu seinni førdi einn stór misskiljing í KÍ-verjuni til, at ein B68 slapp leysur við opnum KÍ-málið, og so var 2-1 til B68. Hetta vóru einastu skot, sum B68 hevði á málið í øllum dystinum.
KÍ gav ikki skarvin yvir. Teir settu ferðina upp og fóru at trýsta meira. Fleiri ferðir var um reppið, at teir skoraðu, og tá ið 18 minuttir vóru eftir at spæla javnaði Heri Klein Olsen, eftir at Oddmar Marsten hevði lagt ein góðan bólt innfyri.
Fýra minuttir seinni skoraði innskifti Aksel Dalsgaard sigursmálið. Hesaferð kom málið eftir frálíkt KÍ-álop í vinstru, har Ísak Simonsen legði flatan bólt innfyri til Helga Samson, sum legði út frá til ein frían Aksel, sum sendi bóltin trygt í málið til 3-2.
Harvið tryggjaði KÍ sær fimta sigurin í hesum kappingarárinum, og KÍ liggur ovast í unglingadeildini við fullum stigatali.
Næsta mánakvøld verður spælt í steypakappingini. KÍ skal spæla á útivølli ímóti Skála.
Unglingar, 5. umfar, 23. mai
KÍ-B68 3-2 (1-0)
1-0: Johan Jacobsen, 33.
1-1: Hákun Edmundson, 49.
1-2: Fróði Johannesen, 61.
2-2: Heri Klein Olsen, 73.
3-2: Aksel Dalsgaard, 77.
KÍ: Kristinn Akursmørk – Gunnar Christiansen, Sørmund Kalsø, Oddmar Marsten, Heri Klein Olsen – Heðin Klakstein, Ivan Joensen (Ísak Simonsen, 60.), Johan Jacobsen – Ragnar Danielsen (Aksel Dalsgaard, 68.), Philip Djordjevic, Helgi Samson
















