KÍ unglingar spældu týskvøldið triðja dystin í landskappingini í ár, og tað gjørdist til triðja sigurin á rað. KÍ vitjaði í Fuglafirði og vann trygt 4-1.

ÍF byrjaði dystin væl, men so líðandi vann KÍ sær yvirvág, og KÍ var vandamiklari allan dystin. Tað vóru tveir bygdamenn á liðnum, sum syrgdu fyri málunum hesaferð. Ísak av Viðareiði og Johan úr Hvannasundi skoraðu tvey mál hvør. Ísak skoraði síni mál eftir deyðbóltar. Fyrst stútaði hann eitt horna frá Heðini í málið, og síðani drønaði hann eitt fríspark í málið. Fyrra málið hjá Johan kom eftir bólt frá Philip, sum hann sparkaði aftur um seg og í kassan, og í seinna hálvleiki smekkaði Johan ein tvørbólt frá Ragnar í málið. ÍF skoraði eftir hornaspark beint fyri hálvleikssteðgin. KÍ liggur á odda í unglingadeildini við fullum stigatali. Næsti dysturin verður ikki fyrr enn tann 17. mai, tá KÍ spælir í Runavík.

Unglingar, 3. umfar, 26. apríl
ÍF-KÍ 1-4 (1-2)
0-1: Ísak Simonsen, 8.
0-2: Johan Jacobsen, 29.
1-2: Margeir Toftegaard, 45.
1-3: Johan Jacobsen, 68.
1-4: Ísak Simonsen, 71.


KÍ: Fríði Sigurðsson – Gunnar Christiansen (Bogi Tróndheim, 76.), Oddmar Marsten, Heðin Arge (Helgi Samson, 58.), Heri Klein Olsen – Ivan Joensen, Heðin Klakstein, Johan Jacobsen (Agnar Frederiksen, 84.) – Ragnar Danielsen, Philip Djordjevic (Petur Andreasen, 76.), Ísak Simonsen (Aksel Dalsgaard, 70.)