KÍ hevur fult stigatal eftir tvey umfør og hevur lagt seg á odda í unglingadeildini

KÍ og HB teljast millum sterkastu liðini í unglingadeildini í ár, og bæði liðini vunnu 5-1 í sínum fyrstu dystum í landskappingini. Í kvøld spældu liðini so í Klaksvík, og KÍ vann tryggan sigur. KÍ sat á spælinum frá byrjan, og allan dystin royndi HB at hótta við kontraálopum. HB gjørdi sína støðu verri, tá ið teir fingu spælara útvístan eftir smáar 10 minuttir. Og tað gjørdist enn verri, tá ið teir síðani gjørdu brotsspark, sum Ragnar setti trygt í málið. KÍ øtki til 2-0 eftir góðan hálvan tíma, tá ið Philip fór ígjøgnum í høgru og legði innfyri til Johan, sum stýrdi bóltin í málið. Seinni hálvleikur byrjaði við eini rótutari støðu, har fleiri spælarar lógu á vøllinum, og ein HB’ari fekk skot á, og ein KÍ-verjuspælari, sum skuldi sparka bóltin burtur á strikuni gleði, og so endaði bólturin í málinum. KÍ fekk tamarhald á støðuni og stýrdi dystinum í seinna hálvleiki. Heri økti til 3-1, tá ið hann stútaði hornaspark frá Heðini í málið. KÍ hevði bóltin nógv í seinna hálvleiki, og sigurin var rættiliga tryggur. Harvið hevur KÍ fult stigatal eftir tvey umfør og hevur lagt seg á odda í unglingadeildini. Næsti dystur verður týskvøldið eftir páskir í Fuglafirði.

Unglingar, 2. umfar, 18. apríl
KÍ-HB 3-1 (2-0)
1-0: Ragnar Danielsen, brts., 23.
2-0: Johan Jacobsen
2-1: Sjálvmál
3-1: Heri Klein Olsen, 67.
KÍ: Fríði Sigurðsson – Bogi Tróndheim (Jens Pauli Mohr, 85.), Oddmar Marsten, Heri Klein Olsen, Ísak Simonsen (Agnar Frederiksen, 85.) – Ivan Joensen, Heðin Klakstein, Philip Djordjevic – Ragnar Danielsen, Helgi Samson (Heðin Arge, 46.), Johan Jacobsen