Mánakvøldið spældu KÍ unglingar fyrsta dystin í ársins landskapping. Dysturin var í Streymnesi og endaði við tryggum sigri til KÍ, sum hevði stóra leikliga yvirvág allan dyst.

 

KÍ sat á spælinum mesta av tíðini, og tað var bert í løtum, at EB/Streymur blandaði seg upp í dystin.

Ragnar Danielsen skoraði fyrsta málið eftir gott trekk fram við tveimum spælarum og góðum skoti. Philip Djordjevic økti til 2-0, eftir at málmaðurn fór skeivur av bóltinum, og Sørmundur Kalsø stútaði frísparksinnlegg í málið til 3-0. Philip økti til 4-0, eftir at málmaðurn skjeyt bóltin í hann og málið.

Í seinna hálvleiki gjørdi Philip tað til 5-0, eftir at hann gjørdist leysur og fór framvið málmanninum. 10 minuttir fyri leiklok minkaði EB/Streymur við máli, sum kom eftir fríspark, sum rakti tvørstongina, og trunkaspæl frammanfyri málið.

Samanumtikið ein greiður sigur til KÍ, sum vísti gott spæl og skapti nógvar málkjansir. Einasta minussið var, at Sørmundur breyt nøsina í fyrra hálvleiki, men hann verður vónandi skjótt klárur at spæla aftur.


Unglingar, 1. umfar, 11. apríl
EB/Streymur-KÍ 1-5 (0-4)
0-1: Ragnar Danielsen, 16.
0-2: Philip Djordjevic, 19.
0-3: Sørmundur Kalsø, 26.
0-4: Philip Djordjevic, 37.
0-5: Philip Djordjevic, 55.
1-5: Gestur Dam, 81.


KÍ: Fríði Sigurðsson – Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø (Aksel Dalsgaard, 32.), Oddmar Marsten, Heri Klein Olsen – Ivan Joensen (Heðin Arge, 60.), Heðin Klakstein, Johan Jacobsen (Bogi Tróndheim, 60.) – Ragnar Danielsen, Philip Djordjevic, Ísak Simonsen (Helgi Samson, 46.)