FSF skipar fyri sonevndum impulsskeiði um barnafótbólt í Klaksvík í dag

Eli Hentze og Petur Simonsen frá FSF halda eitt skeið har fokus er á børn í aldrinum 10 - 12 ár. Skeiðið, ið bæði er teoretiskt og praktiskt, varðar í tríggjar tímar. Málbólkurin er venjarar, foreldur og ábyrgdarpersónar í felagnum sum arbeiða við ella hava áhuga í fótbólti hjá børnum sum eru 10 - 12 ár.

Tey sum eru áhugaði at verða við, kunnu seta seg í samband við Hans Jacob Heinesen á tlf 28 19 04