Ungdómsdeildirnar hava tiltekningardag 2. apríl

KÍ skipar aftur í ár fyri tiltekningardegi. 2. apríl kl. 11.00 - 13.00 ber til hjá øllum ungdómum, ið ætla sær at leika við KÍ í 2011 at gjalda lima- og leikaragjald. Tiltekningardagurin verður í KÍ høllini.

Tummas Lervig, formaður í KÍ og Jóan Pauli Jacobsen siga nøkur orð.

Meir verður at frættað seinni.