16 Februar 2011
Í sambandi við landskappingina 2011, hava ymiskar broytingar um omanfyri nevndu deildir verið til viðgerðar, bæði innanhýsis og á ungdómsfundunum við feløgini, í septembur og novembur mánaða, eins og nakað av samskifti hevur verið við feløgini síðani.
Kappingarnevndin hevur gjørt av, ikki at broyta aldursmarkið fyri at leika í unglingadeildini í 2011, t.v.s. at deildin framvegis er U19, men at arbeitt verður víðari við møguliga at broyta aldursmarkið í 2012 ella seinni.
Dreingjadeildin (U16)verður broytt soleiðis, at leikað verður landskapping, sum er fyri árið. Ein A-bólkur við 10 liðum, sum leikar um meistaraheitið, og ein B-bólkur við hinum liðunum í deildini.
Smádreingjadeildin (U-14) verður broytt soleiðis, at leikað verður landskapping, sum er fyri árið. Ein A-bólkur við 10 liðum, sum leikar um meistaraheitið og ein B- og C-bólkur við hinum liðunum í deildini.
Smádreingir (U14) og Gentur 14-17 ár (U17), koma í 2011 at leika á 2/3 vølli við 9 leikarum á hvørjum liði, leikt verður frá 16m til 16m, men øll breiddin á vøllinum verður nýtt. Málini 5x2 m verða nýtt í hesum deildum.
Piltar og Gentur 10-12 ár (U12) og Smágentur (U14) leika við 7 leikarum á hvørjum liðið, málini 5x2m verða nýtt.
Smápiltar, Pinkur (U10) og Pinkulingar (U8) nýta málini 3x1,5m.
















