KÍ hevur í dag vunnið sítt fyrsta føroyameistaraheiti í unglingadeildini síðan 1991

 

FM heitið kom í hús eftir ein 2-0 sigur ímóti 07Vestur í Sørvági. Nærmasti kappingarneytin NSÍ er fullkomiliga steðgaður upp síðstu tíðina so KÍ kann kalla seg Føroyameistari í unglingadeildini longu nú, hóast 4 leikumfør eru eftir. 

Tað er Eyðun Klakstein, ið er venjari hjá KÍ unglingunum. Fleiri av leikarunum manna eisini 1.deildarliðið hjá KÍ og uppaftur fleiri hava roynt at vant við 1.deild.

Unglingarnir eru:

Emil Biskopstø, Heri Klein Olsen, Sørmund Kalsø, Oddmar Marsten, Gunnar Christiansen, Heðin Klakstein, Helgi Samson, Ragnar Danielsen, Johan Jacobsen, Ísak Simonsen, Bogi Tróndheim, Teitur Fles, Poul Johan Poulsen, Aksel Dalsgaard, Danial Viðoy, Sámal Olsen, Ivan Joensen, Vilhelm Vilhelmsen, Agnar Frederiksen, Mathias Petersen, Eilif Arge, Heðin Arge.

Síðst KÍ vann unglingadeildina var í 1991 og ímillum teir sum vunnu tá vórðu m.a Todi Jónsson, Arnold Joensen, Allan Joensen, Eyðun Klakstein, John Ryan og Fríðin Ziskason.

Fær KÍ líka væl burturúr dagsins unglingum sum 1991 árganginum, so boðar framtíðin frá góðum.

Heimasíðan ynskir KÍ unglingum hjartaliga tillukku við heiðrinum.