03 September 2010
Tað ber væl til at taka gleðina uppá forskot tí KÍ er klárt tað besta liðið og fær gullkrónurnar eftir dystin í morgin í Klaksvík
KÍ liðið hevur verið einaráðandi í gentudeildini í ár. Í summar vunnu tær steypafinaluna og kunnu tískil kallað seg greipuvinnarar í morgin.
Vinnur KÍ í morgin koma tær uppá 27 stig og er hetta fleiri meira enn næstbesta lið, ið annaðhvørt verður HB ella Víkingur.
10 av gentunum leika við U-17 liðnum og enntá ein leikar við U-19 liðnum.
Dysturin byrjar ímorgin kl. 15.45 og verður í Klaksvík
















