Í hesum døgum eru U-landsliðini hjá Føroyum í venjingarlegu í Newcastle og í dag vitjaðu tey Newcastle United Football Club

Image
Jóhan, Ivan og Sørmund á St. James' Park

 

 

Heimasíðan hevur fingið eina feska mynd av teimum trimum KÍ leikarunum á U-19 liðnum í dag. Navnið omanfyri teir avdúkar at teir eru onga aðrustaðni enn á sjálvum heimavøllinum hjá Newcastle United. 

Tað er fantastiskt at síggja okkara egnu talentir, umboðandi Føroyar, á St. James' Park har so frægir leikarar sum Alan Shearer, Peter Beardsley, David Ginola og Paul Gasgoigne hava sýnt síni talentir.

Slíkar umstøður eiga heilt víst at gera okkara leikarar enn meira svangar eftir suksé and long may it continue. Tað frættist eisini úr Newcastle at formaðurin Tummas Lervig er við sum ferðaleiðari. Spurningurin er so um hann klárar at halda uppá teir tríggjar KÍ leikararnar :)