28 Juni 2010
Tríggir KÍ leikarar og ein í útlegd eru úttiknir til U-19 venjingarlegu í Newcastle
Føroyska U19 landsliðið hjá monnum skal í juli til Newcastle á venjingarlegu. Abraham Løkin og Eli Hentze eru venjarar hjá U19 landsliðnum, og teir hava úttikið tríggjar KÍ leikarar og harumframt ein KÍ útiseta í OB.
Leikararnir eru Sørmund Kallsø, Ivan Joensen og Justines Johan Jacobsen. Harumframt er Teitur Gestsson úttikin, ið er uppvoksin í KÍ og eisini hevur vant við besta KÍ liðnum nú í eina tíð eftir at hann er heima í summarferiu.
















