11 Mai 2010
Dreingjaliðið há KÍ hevur fingið góða byrjan og nú hava teir eisini fingið flott klæðir frá góðum stuðli

Í hesum ringu fíggjartíðum kundi ein vænta, at tað var trupult at finna ein høvuðsstuðul. Men tíbetur eiga vit í Klaksvík nógv góð fólk, sum vilja stuðla KÍ. Ein av hesum persónum var Kristian Mikkjalsson, sum var so beinasamur og vildi fíggja nýggj klæðir til A-liðið hjá dreingum. Kristian eigur fyritøkuna ”Mikkjalsson Flutningur” og verður tað navnið, sum kemur at prýða leikbúnarnar hjá dreingaliðnum í ár.
Frá KÍ skal ljóða ein stór tøkk til Kristian Mikkjalson.
Dreingjaliðshópurin 2010 KÍa síggjast á myndini
Aftan frá vinstru: Eyðun Thorgeirsson (venjari), Poul Nolsø Mikkelsen, Margeir Toftegaard, Filip Djordjevic, Kjartan Jacobsen, Jákup Pauli Ziskason, Jens Pauli Mohr, David Langaard, Sigmund Vang, Bárður Hansen og Regin Sivertsen (hjálparvenjari)
Framman frá vinstru: Leivur Joensen, Andrias Frederiksberg, Petur Andreasen (liðskipari), Sølvi Fossdalsá, Kristinn Akursmørk, Fríði Sigurðsson, Eivin Sørensen, Beinir Poulsen og Tórur Justesen.
Mynd: Eyðbjørn Jacobsen
















