27 Apríl 2010
Tað eru fleiri ymisk ting at hava greiðu á áðrenn dysturin kann bríkslast í gongd

Bóltstøddir:
Stødd 3 Pinkur og Smápiltar
Stødd 4 Gentur 10-12 ár, Piltar, Smágentur og Smádreingir
Stødd 5 Gentur 14-17 ár, Dreingir, Unglingar, Old girls og Old boys
Vallarstøddir:
Áleið 16x25m Pinkulingar
Áleið 21x30m Smápiltar og Pinkur
¼ vøllur Piltar, Gentur 10-12 ár
½ vøllur Smágentur, Old girls, Old boys
½ vøllur við tilmelding Dreingir, Smádreingir, Gentur 14-17 ár, Kvinnur
2/3 vøllur við tilmelding Smádreingir
Málstøddir:
Áleið 16x25m Leikt verður við teimum málum, sum eru tøk, tó í mesta lagið við
Áleið 21x30m málum,sum eru 5 metur long og 2 metur høg, tøk mál kunnu eisini leggjast niður.
¼ vøllur 5 metur long og 2 metur høg, málini kunnu tó verða minni sambært avtalu við Kappingarnevndina
½ vøllur 5 metur long og 2 metur høg
Leiktíðir:
Leiktíðin má ongantíð fara upp um 100 min. pr. dag.
Old boys 2 x 15 min.
Unglingar 2 x 45 min.
Dreingir 2 x 40 min.
Dreingir ½ vøll 2 x 30 min.
Smádreingir 2 x 35 min.
Smádreingir 2/3 vøll 2 x 35 min.
Smádreingir ½ vøll
Upp til 3 dystir sama dag 2 x 15 min.
Piltar 2 x 10 min.
Smápiltar 2 x 10 min.
Pinkulingar 2 x 10 min.
Old girls 2 x 15 min.
Gentur 14-17 ár 2 x 40 min.
Kvinnur ½ vøll
Upp til 3 dystir sama dag 2 x 15 min.
Gentur ½ vøll
Upp til 3 dystir sama dag 2 x 15 min.
Smágentur
Upp til 3 dystir sama dag 2 x 15 min.
Gentur 10-12 ár 2 x 10 min.
Pinkur 2 x 10 min.
Tal av leikarum til dyst/kapping:
Smádreingir 2/3 vøll 9 leikarar + í mesta lagi 4 skiftisleikarar
Piltar 6 leikarar + í mesta lagi 4 skiftisleikarar
Smápiltar 5 leikarar + í mesta lagi 3 skiftisleikarar
Pinkulingar 4 leikarar + í mesta lagi 2 skiftisleikarar
Smágentur 8 leikarar + í mesta lagi 5 skiftisleikarar
Gentur 10-12 ár 6 leikarar + í mesta lagi 4 skiftisleikarar
Pinkur 5 leikarar + í mesta lagi 3 skiftisleikarar
Aðrar deildir á ½ vølli 7 leikarar + í mesta lagi 5 skiftisleikarar
á heilum vølli 11 leikarar + í mesta lagi 5 skiftirleikarar
Serregla:
Galdandi fyri Pinkur, Gentur 10-12 ár, Smágentur (tó ikki í meistarabólki), Pinkulingar, Smápiltar og Piltar .
Um lið kemur afturút við 3 málum, kann mótstøðuliðið seta inn ein eykaleikara, sum verður tikin út aftur um munurin minkar.
Um munurin er 6 mál, kann mótstøðuliðið seta inn ein eykaleikara, sum verður tikin út aftur um munurin minkar.
Dómarar:
FSF setur dómarar til unglingadeildina.
Til hinar yngru deildir setur heimafelagið dómarar.
Til dreingjadeildina og til deildina Gentur 14-17 ár, skal dómari í minsta lagi hava lokið byrjunnar dómaraprógv.
Málmansreglur galdandi fyri dystir á ½ vølli og minni:
Málspark kann ikki spælast beinleiðis til málmannin.
Ístaðin fyri at taka vanligt málspark, kann málmaðurin kasta bótin í spæl aftur.
















