25 Mars 2010
KÍ vann sannførandi sigur í steypakappingini hjá dreingjum ímóti B36 í gjárkvøldi
Steypadysturin millum KÍ og B36 gjørdist spennandi við nógvum málmøguleikum. KÍ kom tó til teir flestu møguleikararnar og vann at enda 2-0 við málum frá Bárði Hansen og Leivi Joensen, sum báðir blivu skiftir inn í hálvleikinum.
Nakað av vindi var í Klaksvík, tá dómara trio'in Rúni Heinesen, Jóhan Lutzen og Tórður Lervig settu dystin í gongd. Fyrri hálvleikur gjørdist sera rótutur og serliga KÍ hevði trupult við at fáa spælið at koyra. B36 leikararnir vóru kvikir og ágrýtnir. Bæði liðini komu til stórar møguleikar í fyrra hálvleiki og KÍ rakti stengurnar tvær ferðir meðan B36 rakti stongina einu ferðina.
Í seinna hálvleiki komu Bárður Hansen og Leivur Joensen á vøllin og tað sá út til at hjálpa KÍ liðnum, sum spakuliga byrjaði at fáa spælið at koyra. Um miðan seinna hálvleik kom hol á, tá Jens Pauli Mohr fann Leiv Joensen inni í brotsteiginum, sum fyrst setti ein verjuleikara av áðrenn hann setti bóltin í netið til 1-0. Hetta sá út til at geva KÍ leikarunum sjálvsálit og spælið fór at koyra munandi betri. Stórir møguleikar komu burturúr til bæði Bárður Hansen og Petur Andreasen, sum aftur rakti tvørstongina. Móti endanum bleiv Bárður Hansen feldur á brotsteigarmarkinum - semja var um at tað var inni í brotsteiginum - men fríspark bleiv dømt á linjuni. Leivur Joensen sendi góðan bólt innfyri og eftir trunkaspæl setti Bárður Hansen bóltin í málið til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga støðan.
Sum heild ein dystur, ið ikki var serliga væl leiktur, men har nógvir málmøguleikar vóru báðar vegir. Flestu møguleikarnir átti KÍ, meðan leikliga høvdu liðini ein hálvleik í part. KÍ skal í kvartfinaluni leika á útivølli móti vinnarinum av B68 og EB/Streymi. Venjari hjá KÍ er Eyðun Thorgeirsson
KÍ liðið: Kristinn Akursmørk---Andrias Frederiksberg, Jákup Pauli Ziskason, Kjartan Jacobsen, Sigmund---Tórur Justesen, Margeir Toftegaard, Jens Pauli Mohr, Poul Nolsø Mikkelsen---Eivin Sørensen, Petur Andreasen.
Í hálvleikinum komu Leivur Joensen og Bárður Hansen á vøllin, meðan David Langaard kom á vøllin móti endanum av dystinum.
















