Mánakvøldið 22. mars kl. 19.00 verður fundur fyri øllum venjarum í felagnum

Ungdómsvenjarin setti spónin í greytin beinavegin. Kallað er inn til venjarafund á KÍ loftinum, har allir KÍ venjarar fyri fótbóltsári 2010 verða bidnir um at møta.

Á skránni verða innanhýsis mannagongdir hjá KÍ fastlagdar, kunning um nýggju reglugerðirnar frá FSF, og samskiping av venjingini, útgerð og annað.

Umboð frá nevndini verða á fundinum við kunnandi tilfarið um viðurskiftir í felagnum.

Fundurin byrjar sum sagt kl. 19.00