17 Mars 2010
Fríggjadagin 26. mars verður tilmeldingardagur fyri øll sum ætla sær at leika við KÍ í 2010

Um tú ætlar tær at venja ella spæla við KÍ í 2010, skalt tú melda teg til 26. mars í KÍ-høllini - millum kl. 17.00 og 19.00.
Tilmeldingin fer fram við at gjalda á staðnum. Kostnaðurin fyri lima- og spælaragjald er 600,- kr.
Við í prísinum fært tú eisini hendan bóltin til ognar.

Systkinafrádráttur:
Barn 1:.............................................................600,- kr.
Barn 2:.............................................................300,- kr.
Barn 3:............................................................. 0,- kr.
Tilmeldingin fyri børn undir skúlaalduri verður kunngjørd seinni.
Intersport verður á staðnum, so møguleiki verður eisini at passa og bíleggja ta nýggju, snotiligu KÍ-draktina, ið saman við nýggju leikarabúnunum hjá KÍ verða avdúkað hendan dagin.
Formaðurin flytur fram røðu, og kaffi og saft frá Føroya Bjór verða at fáa. So lagt er upp til eina KÍ hugnaløtu.
















