24 Januar 2010
Spælarafundur fyri unglingar verður á Loftinum í KÍ-høllini mánakvøldið 25. januar klokkan 20.00

Venjingin hjá KÍ unglingum verður nú tikin uppaftur, og mánakvøldið 25. januar klokkan 20.00 verður spælarafundur á Loftinum í KÍ-høllini. Har verður tosað um komandi árið, og allir spælarar, sum ætla sær at verða við í hesum kappingarárinum, verða bidnir um at møta.
Unglingadeildin er fyri spælarar, sum eru føddir í árunum 1991, 1992 og 1993.
















