Leygardagin vóru KÍ piltarnir í havnini, har seinastu dystirnir í ár blivu leiktir

Image
Piltaliðið 2009

Eftir ein sigur og eitt tap gjørdist greitt, at KÍa endaði á einum 5.plássi í ár.

 Piltarnir høvdu ongar trupulleikar við at koma víðari úr grundspælinum í ár og áðrenn summarsteðgin gekk eisini væl í meistarabólkinum. KÍ var einasta liðið, sum ongan dyst hevði tapt eftir 5 teir fyrstu dystirnar. Men eftir summarsteðgin er liðið steðgað upp og fyrsti sigurin eftir summarsteðgin kom ikki fyrr enn í seinasta dystinum móti Skála.
 
KÍa er fyri tað mesta mannað við leikarum í yngra árganginum og í flestu dystunum møta teir væl størri og sterkari dreingjum. Í fyrra dystinum leikti KÍ ímóti SÍF. Fyrri hálvleikur var javnur, men í seinna hálvleiki hevði SÍF greiða yvirvág. Í seinastu sekundunum missir KÍ bóltin á egnari hálvu og tað endaði við, at SÍF leikari far gott skot á og so stóð 1-0 til SÍF, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Seinasta dystin leikti KÍ ímóti Skála. Fyrri hálvleikur var javnur, har KÍ hevði lítla yvirvág. KÍ fekk eisini hol á, tá Jóannes Danielsen skoraði, eftir at málmaðurin ikki megnaði at halda einum skoti frá Jákupi Andreasen. Skála áloypari gjørdist einu ferðina púra fríður frammanfyri KÍ málverjanum, Hera Ósá, men tíbetur fyri KÍ fór bólturin á stongina og út í spælið aftur. Í seinna hálvleiki vísti KÍ nakað av tí góða spælinum, sum vit vita, at teir kunnu spæla. KÍ økir um leiðsluna um miðan seinna hálvleik. Gott gjøgnumspæl í vinstru síðu endar við, at Jákup Andreasen spælur Jóannes Danielsen púra fríðan, og hann setti bóltin trygt í málið til 2-0. Móti endanum fekk KÍ eitt mál afturat. Jákup Andreasen, sum leikti sera væl hendan dystin og m.a átti sín stóra leiklut í øllum KÍ málunum, bleiv feldur í vinstru síðu. Jóhan Waag Høgnesen bleiv settur at skjóta, og við einum góðum skoti setti hann bóltin í málið til endaligu støðuna 3-0. Hesi úrslitini høvdu við sær, at KÍ endaði á einum 5. plássi í ár.
 
Á myndini síggja vit teir, sum vóru í hópinum hendan seinasta dagin:
Aftast frá vinstru: Uni Gregersen, Beinur Johannesen, Torgeir Petersen, Jákup Andreasen, Ólavur Niclassen og Manni Waag Høgnesen, venjari.
Fremst frá vinstru: Jóhan Waag Høgnesen, Jóannes Danielsen, Heri Ósá, Aksel Danielsen og Fróði Mørkøre.
Aðrir, sum hava leikt við KÍa í ár eru: Martin Olsen, Mikkjal á Bergi, John Klakkstein og Leivur Justinussen.