25 Juni 2009
Eina Kalsø, Vár Jenny Lydersen, Sofía Purkhús og Ása Thomsen eru við á U-19 venjingarlegu sum er í Íslandi í døgunum 17. til 21. juli.
Venjingarlegan í Íslandi er liður í fyrireikingunum til EM undankapping, sum verður í Kroatia 17. til 25. september. Á íslandstúrinum er skipað fyri tveimum venjingardystum móti íslendska landsliðnum. dystirnir vera 18. juli kl. 14 á Grýluvøllinum í Hveragerði og 20. juli kl. 17 á Þorlákshafnarvölli í Þorlákshöfn.
Hesar hava fingið landsliðsboð:
Úr AB: Mona Breckmann, Elin Holm, Rannvá Jarnskor, Steintóra Joensen, Lisa í Liða og Katharina Saxov
Úr HB: Tórhild Holm
Úr KÍ: Eina Kalsø, Vár Jenny Lydersen, Sofía Purkhús og Ása Thomsen
Úr MB: Margit Magnusdóttir
Av Skála: Fríðrún Danielsen, Kristinbjørg Frederiksberg og Olga Olsen
Úr VB/Sumba: Sunneva Magnussen
Úr Víkingi: Nelly Poulsen
















