Teir báðu Petur Andreasen og Ísak Simonsen eru úttiknir til U-17 landsliðið, sum skal til Keypmannahavnar á venjingarlegu

Venjararnir fyri U17 landsliðið við monnum, Pætur Clementsen og Áki Johansen, hava nú úttikið 18-manshópin, sum í døgunum 11. til 17. juli fer til Keypmannahavnar á venjingarlegu.

Á leguni eru tríggir venjingardystir á skránni, 14. juli móti Hvidovre, 15. juli móti B93 og 16. juli móti Brøndby IF.

Hópurin er hesin:
Úr EB/Streymi: Jákup Andrias Hansen og Allan J. Hansen
Úr HB: Sverri Mohr Mortensen, René S. Joensen, Tróndur Jensen, Bárður Skorheim Guttesen, Ári M. Danielsen og Eirikur Óskarsson.
Úr VB/TB: Ragnar Joensen, Rógvi Joensen og Brandur Suðuroy
Úr ÍF: Ari Ó. Ellingsgaard
Úr KÍ: Ísak Simonsen og Petur Andreasen
Úr AB: Beinir Ellefsen
Av Skála: Sámal Weihe
Úr Vejle BK: Bogi R. Petersen
Úr Odense BK: Magnus Egilsson