23 Mai 2009
Í óveðrinum í dag tryggjaðu smádreingirnir hjá KÍ sær sæti í steypafinaluni
KÍ vann dystin ímóti NSÍ 2-1. Tað var einki serligt veður í dag, men KÍ leikararnir stríddu seg til ein góðan sigur. Málini fingu Tummas Eli Jacobsen og Tórur Justesen.
KÍ kom á odda í 35. minutti og vóru omaná. Síðani løgdu teir enn meira sjógv ímillum í 59. minutti við einum frísparki har NSÍ málverjin var óheppin í loftingini soleiðis at bólturin endaði í kassanum. NSÍ svaraði aftur minuttin eftir við einum sera vøkrum máli, men tað var ov seint til at teir kundu koma aftur
Finalan verður leikt 13. juni.
















