06 Mai 2009
Tríggir KÍ leikarar eru tiknir út til venjing hjá U-17 landsliðinum
U17 landsliðið í fótbólti skal vera við í kappingini um norðurlendska meistaraheitið í Noregi í summar
Landsliðsvenjararnir, Pætur Clementsen og Áki Johansen, hava tikið út 25 leikarar til eina venjing leygardagin, sum er ein liður í at fyrireika seg til kappingina í Noregi.
KÍ leikararnir eru Kristfinn Akursmørk, Ísak Simonsen og Oddmar Marsten
















