21 Apríl 2009
KÍ unglingar hava vunnið báðar dystirnar, sum liðið hevur spælt í landskappingini

Unglingakappingin byrjaði fyrr í hesum mánaðinum, og KÍ hevur higartil spælt tveir dystir.
Mikukvøldið í farnu viku var 07Vestur á vitjan í Klaksvík, og KÍ vann dystin 4-2. KÍ var á odda 4-0, áðrenn 07Vestur minkaði um munin móti endanum av dystinum. Málini hjá KÍ skutu Jógvan Isaksen og Eli Simonsen - teir skutu báðri tvey hvør.
Mánakvøldið var KÍ suðuri á Sandi og spældi, og KÍ fekk hevnd fyri stóra tapið har suðuri í fjør. KÍ vann dystin 4-2 eftir hálvleiksstøðuna 1-1. Málskjúttar hjá KÍ vóru Bárður Heinesen, Andrias Ellingsgaard, Jógvan Isaksen og Ragnar Danielsen.
Kappingin hjá unglingum er í ár skipað sum vanlig landskapping við 9 liðum, sum spæla tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum. Fremsta liðið eftir hesar dystir er føroyameistari.
KÍ unglingar spæla aftur mánakvøldið 27. apríl. Tá verður spælt á Argjum.
















