14 Januar 2009
Soleiðis kundi mín gáta ljóðað, men eg havi longu givið svarið! Tað er ein sannroynd, at tey flestu av teimum bestu altjóða úrslitunum byggja á, at EITT einstakt felag hevur uppalt eitt ættarlið av heimsklassa spælarum. Dømini eru óteljandi: Rapid Wien (í 30'unum), Honved Budapest (i 40'unum og upp í 50'ini), Dynamo Kiev (70'ini og 80'ini), Manchester United, FC Barcelona, Ajax Amsterdam osfr.
Í eini tíð har pengar hava dominerað fótbóltsspælið og har eitthvørt felag í eini hvørjari landskapping hevur roknað við at vunnið meistaraheitið, og roynt at keypt seg til tað, so hevur stóri taparin verið júst somu feløg. Í eini endaleysari jakstran eftir at vinna eitt meistaraheiti ella at sleppa ú í Evropa at spæla hava tey gloymt tað mest grundleggjandi: at gera brúk av tí góða tilfeinginum, sum finst í egnum felag. Ein spælari, sum er uppvaksin í einum felag og sum hevur røtur í nærumhvørvinum er nógv meria verdur enn allar tær Galacticos, sum tú kanst keypa ella hugsa teg til (ella hvat var Liverpool FC uttan Steven Gerrard og Jamie Carragher?).
Sjálvt um tú eigur nógvan pening, so eru kenslurnar hjá røttum fótbóltsáskoðarum ikki altíð so bíligar, spyr bara PSV Eindhoven (við Phillips í rygginum) ella Bayer Leverkusen frá Ruhr-økinum (tað størsta vinnuøkið í Týsklandi). Hóast rímiliga góð úrslit og nógvan pening, so er tað torfør hjá teimum at fylla stadionið.
Vit eiga at læra av aldargamla kinesiska ævintýrinum um urtagarðsmannin, sum vildi so væl, sum royndi so nógv, men ikki hevði tol at bíða til urtagarðurin av álvara foldaði seg út. Hvønn dag gekk hann á markini og togaði eitt lítið sindur í hvørt stráið við tí úrslitið at allur garðurin følnaði.
Felag og venjarar eiga tí saman at skapa ein ektaðan samleika, har vit eiga at seta spurningin: Hvussu vilja vit menna okkara leikarar og hvørji eru okkara høvuðsmál?
Venjarar og spælarar mennast innan fyri hugsjónarligu karmarnar hjá felagnum, so er stórur møguleiki fyri at mentanin og kontinuiteturin í felagnum verður varðveittur. Á tann hátt kann felagið menna og røkka sínum egnu góðu úrslitum, fíggjarliga grundarlagi og fyrimyndum (t.d Kurt Mørkøre, Jákup Mikkelsen, Todi Jónsson, Jan Andreasen, Páll Klettskarð). Bæði venjarar, spælarar og øll rundan um felagið gerast sostatt vinnarar!
Fyri veruliga at røkka okkara málum, so skulu vit duga at læra og tora at lata spælarar gera brúk av hvørjum øðrum á vøllinum, meðan vit framhaldandi royna at menna teirra bóltførleika. Og tí er menningin av persónsmenskuni sera avgerandi, heilt frá barnsbeini av:
1. Hjálpið hvørjum øðrum, men strembið altíð eftir at gerast tann besti!
2. Venjið hvønn dag, alt telir!
3. Brúkið tykkara bóltførleika til at gera hvønn annan betri!
Sum eitt felag er tað alneyðugt, at vit menna okkara egnu framúrskarandi leikarar. Tað gera vit við at arbeiða nágreiniligt, skipað og stílfast og tá ber til at keypa ein ella tveir fyri at fáa kabalina at ganga upp.
Stuttleikin, felagsskapurin, stoltleikin, spenningurin, sigrarnir osfr. ALT stavar frá menningini.
p.s. Spania er eitt tað feskasta dømið um tað at vinna, áskoðaravinnarligt og álopssinnað spæl, menning og framúrskarndi eginleikar enn kunnu ganga hond í hond. Og enntá við lægsta og yngsta hópinum av øllum.
p.p.s.
partur av greinini er læntur frá Pepijn lijnders, venjari hjá FC Porto (við serligum atliti til bóltførleikavenjing). Greinin er frá Soccercoaching International.
















