Felagið hevur sett Jóan Paula Jacobsen at taka sær ungdómsdeildunum

 

Jóan Pauli er kendur í felagnum. Hann hevur slitið sínar barna- og ungdómsskógvar her. Hann hevur sjálvur leikt við KÍ og er síðani eisini vorðin venjari. 

Jóan Pauli kemur at standa á odda fyri ungdómsdeildunum hjá KÍ. 

- Vit eru sera fegin um at hava fingið Jóan Paula sum ungdómsvenjara. Hann hevur góðar førleikar sum venjari og harumframt er hann blá-hvítur um ein háls, sigur ein fegin Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag.