Vit endurgeva áhugaverda grein um unga og fyrrverandi KÍ leikaran Teit Gestsson, sum portalurin hevur skrivað

Image
Teitur her avmyndaður við einum liðfelaga
 

 

Uni Holm Johannesen frá Portalinum skrivar:

16 ára gamli Teitur Gestsson avdúkar í Fyens Stiftstidende í dag, at hann valdi OB fram um Brøndby.

- Eg var til royndarvenjing í Brøndby, FC Midtjylland og OB. Brøndby og OB bjóðaðu mær pláss, men eg valdi OB, tí eg kendi meg meira her í felagnum. 

Tað er nú mánaðir síðan, at 16 ára gamli málverjin Teitur Gestsson skifti tilveruna í Klaksvík við Danmark og OB. Higartil hevur gingist honum væl, og dreymurin er heilt víst at røkka longri enn bestu donsku fótbóltsdeildini. 

- Dreymurin er sjálvsagt at standa seg í Superliguni. Og síðan víðari til stóru feløgini í útlandinum, sigur Teitur Gestsson við Fyens Stiftstidende. 

 

 

Tað verður spennandi at fylgja við menningini hjá Teiti framyvir. Við neyðugum treysti, áhaldni og hepni kann Teitur røkka langt.