Týsdagin 30. desember skipar Bláa bylgjan fyri innandura fótbóltskapping í KÍ høllini.

 

Kappingin er fyri yngri mansdeildir. Kappingin umfatar:

Pinkulingar 6-7 ár (f. 2001-02)

Smápiltar 8-9 ár (f. 1999 - 00)

Piltar 10-11 ár (f. 1997-98)

Smádreingir 12-13 ár (f. 1995-96)

Dreingir 14-16 ár (f. 1992-94)

 

Hvørt liðið telur 5 leikarar og hægst ein skiftisleikara, tó spæla dreingir við fýra leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.

Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Liðini skulu hava fótbóltsnøvn.

Tilmelding hjá

Karsten Hansen 261221

Jákup Ósá 599544

 

t-postur: Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna.

í seinasta lagi leygardagin 27. desember kl. 20.00

 

Bláa bylgjan vónar, at øll feløgini í landinum taka væl undir við kappingini, soleiðis at allir teir evnaríku leikararnir í landinum kunnu samlast til kappingina í Klaksvík millum jól og nýggjár.