Allir dreingirnir, ið hava verið við í Leikaramenningini í ár møtast í Klaksvík leygardagin 22. november

 

Leikaramenningin 2008, sum FSF skipar fyri, endar árið við einum tiltaki í Klaksvík 22. november. Báðar hallirnar eru tøkar, so allir dreingirnir eiga at møta kl. 9.00. Tiltakið endar umleið kl. 13.00, tá dreingirnir fáa ein bita. Helst verður tað í KÍ høllini, Undir degnum fáa teir harumframt frukt og saft.

Heitt verður á venjrarar hjá dreingjunum og foreldur/avvarandi at legggja leiðina framvið henda dagin, tí FSF ynskjur at koma á tal við tey.

Tað verður ein kunnandi fundur millum kl. 10 til kl. 11 har Petur Simonsen o.o. greiður eitt sindur frá leikaramenningini. Samstundis verður møguleiki hjá venjarum og foreldrum at koma við viðmerkingum og spurningum. FSF ynskir eisini at bjóða umboðum fyri feløgini við til hetta tiltakið. Endamálið er at fyrireika øll feløgini uppá 2009, soleiðis at leikaramenningin veður tikin við í tilrættaleggingina av kappingarárinum 2009.