02 Juni 2011

Gentur 12-14 ár, Gentur 14-17 ár og Dreingir skulu leika steypafinalu leygardagin.
Aftur í ár er KÍ best umboðaða felagið í steypafinalunum í yngri deildum. Í ár verða finalurnar leiktar á Norðoyastevnu, men dystirnir eru í Havn og tann eini verður í Streymnesi.
Kl. 10:30 á niðara vølli í Havn skal smágentuliðið hjá KÍ leika ímóti Víkingi. Hesar gentirnar eru 12-14 ára gamlar og koma at leika um Eilif Arge steypið. B68 vann hetta steypið í fjør, tá tær vunnu á KÍ.
Dreingjaliðið hjá KÍ skal í ár royna at endurvinna Blaðberasteypið, sum teir vunnu í fjør. Í ár skulu teir leika ímóti B36 á niðara vølli í Havn. Hesin dysturin byrjar kl. 14.
Finalan hjá Gentum 14-17 ár verður leikt við Margáir í Streymnesi. Ungu KÍ gentirnar, sum eru verandi steypavinnarar, skulu leika ímóti felagsliðnum B68/NSÍ. Hesin dysturin byrjar kl. 13.
















