Smágenturnar hava í kvøld vunnið steypafinaluna annað árið á rað

Image 

Smágentirnar hjá KÍ hava í dag vunnið 2-0 á HB í steypafinaluni, sum bleiv leikt í Streymnesi. KÍ kom á odda longu í 4. minutti, við máli sum Ásla Johannesen gjørdi, og bara 5 minuttir seinni økti Ásla til 2-0. Hesi bæði máini vóru nóg mikið hjá KÍ-gentunum at vinna dystin og harvið vinna steypafinaluna annað árið á rað.
Eftir dystin fingu gentirnar handa gullheiðursmerkið og steypið.
KÍ vil ynskja gentunum hjartaliga tillukku við steypinum og gullinum