Smágentirnar hjá KÍ skulu í kvøld leika steypafinalu ímóti HB

Image
Smágentirnar vunnu steypakappingina í fjør

Í kvøld kl. 17:30 skulu smágentirnar hjá KÍ til Streymnes, at leika steypafinalu ímóti HB. Dysturin skuldi verið leiktur seinasta leygardag, men av tí at HB og B68 ikki høvdu leikt teirra hálvfinalu, mátti finalan blíva útsett.