Mikudagin 13. mai kl. 15.00, byrja tey yngstu at venja. YNGST er fyri børn, sum eru fødd aftan á 2001 og sum enn eru undir skúlaaldri.

Í dag, mikudagin tann 13. mai kl. 15.00, byrja tey yngstu at venja. YNGST er fyri børn, sum eru fødd aftan á 2001 og sum enn eru undir skúlaaldri.
Venjingarnar hjá YNGST vera hvønn mikudag kl. 15.00-16.00. Carl Gustav Gislason hevur átikið sær at venja tey. Carl Gustav hevur verið venjari í nógv ár hjá KÍ og nú tekur hann enn eitt tørn við teimum yngstu. Um onkur er, sum kann hjálpa til, so er bara at siga frá.
Øll børn eru hjartaliga vælkomin, einasta treytin er, at í minsta lagi EITT foreldur er við barninum til venjing
Í sambandi við fyrstu venjingina bjóðar felagið kaffi til foreldrini, meðan venjingin er.
Ungdómsvenjarin tlf. 59 95 45 – spyr bara!
Carl Gustav Gislason tlf. 28 64 32