20 Mars 2009
Flest øll liðini hjá KÍ eru farin í sving og nú er túrurin komin til yngru deildirnar.
Nú eru venjararnir og venjingartíðirnar hjá KÍ klárar. Saman við ungdómvenjaranum, Jóan Paula Jacobsen, hevur KÍ lagt dent á at finna fyrrverandi og núverandi leikarar, sum hava átikið sær at venja ymsu liðini. Harumframt er tað eisini eydnast at finna ungdóm, sum vil hjálpa til og sostatt ogna sær nakrar royndir til framtíðina. Um onkur er, sum kann hjálpa til, so er bara at siga frá.
Liðini byrja soleiðis:
Smápiltar (dreingir føddir í 1999, 2000 og 2001) byrja mánadagin tann 23. mars kl. 16.00.
Piltar (dreingir føddir í 1997 og 1998) byrja týsdagin tann 24. mars kl. 15.30.
Pinkur (gentur føddar í 1999, 2000 og 2001) byrja mikudagin tann 25. mars kl. 17.00.
Gentur 10-12 ár (gentur føddar í 1997 og 1998) byrja týsdagin tann 24. mars kl. 15.30.
Gentur 12-14 ár (gentur føddar í 1995 og 1996) byrja at venja mikudagin tann 25. mars kl. 17.00.
Leggjast kann afturat, at Yngst (børn fødd aftan á 2001) byrja at venja mikudagin tann 13. mai kl. 15.00.
Ungdómsvenjarin tlf. 599545 – spyr bara!
















