Piltar A, Smádreingirnir og Unglingarnir eru longu byrjaðir at venja aftur

Image
Smápiltarnir gjørdust føroyameistarar
 

 

Piltar A verða vandir av Manna Høgnesen. Teir venja hvønn fríggjadag kl. 13.30 í KÍ høllini. Teir eru 12 í tali og hava júst verið til eina innandurakapping í Runavík, har teir blivu nr. 4 av 16 liðum.

Smádreingirnir verða vandir av Jóan Paula Jacobsen, John Hammer og Julian Samuelsen. Teir eru eini 35 í tali og venja hvørt týs- og hóskvøld kl. 19.30 - 21.00.

Unglingarnir verða vandir av Eyðun Klakstein. Teir eru eini 35 í tali og venja hvørt týs- og hóskvøld kl. 18.00 - 19.30.