23 September 2008
Vit hava gjørt eina uppgerð yvir hvussu tey yngru KÍ liðini liggja fyri

Enn eru lið, ið ikki eru liðug við sínar kappingar. Vit fara at venda aftur við einari endaligari uppgerð seinni.
Niðanfyri lýsa vit støðurnar hjá ymsu KÍ liðunum
Smápiltar: A-liðið gjørdist Føroyameistarar.B, C, D, E og F liðini spældu í økisbólkum
Piltar: A-liðið er ikki liðugt enn og hava møguleika at vinna heiðursmerki. B-liðið spældi í økisbólkum
Smádreingir: A-liðið er ikki liðugt enn, men hava møguleika at røkka heiðursmerkjum. B-liðið spælir í økisbólki
Dreingir: A-liðið liggja á 2. plássi. Kunnu fáa fyrsta plássið, um HB snávar í einum av seinastu dystunum, áðrenn liðini bæði møtast í seinasta leikumfarinum
Unglingar: Taptu steypafinaluna og hálvfinaluna um landskappingina.
Pinkur: A-liðið endaði nr. 6 í meistarabólkinum. B-liðið spældi í økisbólki
Gentur 10-12 ár: A-liðið endaði nr. 4 í meistarabólkinum. B-liðið spældi í økisbólki.
Smágentur: A-liðið fann føroyameistaraheitið og steypakappingina
Gentur 14-17 ár: A-liðið fekk bronsu.
















