Smágenturnar hjá KÍ løgdu føroyameistaraheitið afturat gullinum í steypakappingini

Image
Føroyameistarar 2008
 

Aftast frá vinstru: Anna Jakobsen, Mina Sirdal, Annika Klakstein, Maria K.Thomsen, Fanny Elttør, Judith Ellingsgaard, Sigrun Sirdal og Bára S. Klakstein, venjari.

Framman frá vinstru: Bjørg Josephsen, Tina Joensen, Eyðvør Klakstein, Anita Gregersen, Gunnrið Joensen og Monica Biskopstø

Smágenturnar hjá KÍ eru nakað heilt fyri seg. Tær hava gjørt bart í ár og vunnu bæði steypakappingina og landskappingina.

Leygardagin spældu tær á Skála ímóti B36. KÍ vann dystin 3-1 og málini fingu Eyðvør Klakstein (2) og Maria K. Thomsen.

Gott kempa gentir og hjartaliga tillukku við stóra heiðrinum!