16 September 2008
Smápiltarnir hjá KÍ vunnu flottasta metalli um vikuskifti

KÍ vann sítt triðja føroyameistaraheiti í smápiltadeildini um vikuskifti. Hini føroyameistarheitini komu í 1993 og í 2004
Frálík dystarfrágreiðing er at lesa inniá heimasíðuni hjá Bláu bylgjuni, www.blaabylgjan.com
KÍ gjørdist føroyameistari við 30 stigum, frammanfyri bæði B36 (27 stig.) og HB (27 stig).
Teir sum vóru við í KÍ hópinum vóru: Heri Ósá, Uni Gregersen, Ólavur Niclasen, Jóhan Waag Høgnesen, Jákup Andreasen, Aksel Danielsen, Kristian Gunnar Joensen, Fróði Mørkøre, Andrias Marknagi og Bjørn Thomsen. Venjari er Manni Høgnesen og hjálparvenjari er Olgar Danielsen.
Vit ynskja smápiltunum hjartaliga tillukku við frálíka heiðrinum
















