10 September 2008
Unglingarnir megnaðu ikki at verja stóru leiðsluna ímóti B71 og eru útsligdnir av landskappingini 2008

Finaluplássið varð nærum tryggja síðsta týskvøld við einum sannførandi 4-1 sigri, men so skuldi ikki verða. Okkara menn vóru fyri einum 4-0 tapi og tískil gjørdist endaliga úrslitið 5-4 til B71.
Kappingarárið man kennast svárt fyri ungu KÍ leikararnar tí steypakappingina taptu teir eisini, eftir at hava ligið omaná nærum allan dystin. Nú er at manna seg upp og leggja enn meir fyri næsta kappingarár.
















