09 September 2008
Seinna hálvfinalan er á skránni heima á sandi í kvøld. KÍ vann fyrru hálvfinaluna heili 4-1 á Injector Arena síðsta týskvøld

KÍ unglingarnir hava staðið seg sera væl í ár. Teir vóru omaná alla steypafinaluna ímóti B36, men taptu at enda eftir brotssparkskapping. Hetta man verða eitt tað størsta ránið, ið er sæð í Føroyum í nýggjari tíð.
Nú standa teir við øðrum beininum í finaluni í landskappingini 2008.
Jan Joensen, venjari upplýsir at allir mans eru tøkir til seinnu hálvfinaluna, ið verður leikt á Sandoynni í kvøld
















